Dátur
Leysgivnar dátur frá boringum, seismiskum kanningum o.a.m. á og úr landi.
Útgávur
Seinastu útgávurnar frá starvsfólki á Jarðfeingi
Kort
Jarðfrøðiligt Føroyakort
Spyr ein jarðfrøðing
Spyr ein jarðfrøðing
Næstan 30 umboð fyri kommunurnar í Suðuroy savnaðust á SALT mánadagin 22. juni at umrøða møguleikan at stovna Geopark Suðuroy. Fundurin endaði við greiðari semju um, at arbeiðast skal víðari við at stovna eina geopark fyri alla oynna.
Fundurin varð skipaður av fyrireikingarbólkinum fyri Geopark Suðuroy, sum telur umboð frá Jarðfeingi, Tjóðsavninum, Visit Faroe Islands og SALT. Á fundinum varð greitt frá, hvat ein UNESCO Global Geopark er, hvørjir møguleikar liggja í eini geopark, sum kann mennast til at verða góðkend av UNESCO, og hví Suðuroy hevur serliga góðar fortreytir fyri at gerast ein geopark... Les meira her á jf.fo (leinkja í bio)
Ph.D.-verja um CO₂-goymslu í føroyskum bsalti.
Í morgin týsdagin 23. juni verjir Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen sína ph.d.-ritgerð við Universitetið í Oslo. Áðrenn verjuna heldur hon kl. 10.15 (føroyska tíð) ein fyrilestur (trial lecture) við heitinum “From Pore Space to Province: A Global Perspective on the Scaling of Geologic Mineral Carbonation Systems”.
Sjálv verjan byrjar kl. 13.15 (føroyska tíð).
Fylg við á alnótini, sí leinkju í bio 😊👌🏻
Havbotnsmineral á føroyska landgrunninum!
Nýggj frágreiðing, sum metir um møguleikar at finna havbotnsmineral á landgrunninum norðan fyri Føroyar, er latin landsstýrismanninum í Vinnumálum, Jacob Vestergaard.
Nýggja frágreiðingin “Havbotnsmineral á føroyska landgrunninum” er fyrsta roynd at meta um møguleikarnar at finna jarn-manganskorpur, ið eru eitt slag av havbotnsmineralum kring Føroyar. Fyri at gera hesa tilfeingismeting hevur Jarðfeingi brúkt verandi dýpdardátur, aldurin á havbotninum og grótroyndir av djúphavinum á norska havbotninum umframt vísindaligar kanningar av havbotnsmineralum í Norðuratlantshavinum... Les meira á jf.fo (leinkja í bio). 👌🏻😊
Føroyar í fremstu røð í vísindaligari gransking
Granskarir úr øllum heiminum eru á verkstovu í Føroyum og gera royndir við at goyma CO2 í basalti, í stríðnum at fáa heimin CO2 neutralan… sí brot á KVF, leinkja í bio.






